Stream.fo / FM98,7 er lokalradio í Klaksvík, vit hoyrast á FM98,7 í Klaksvík, á mestsum øllum internetútvarpslurtum og annars her á síðuni www.stream.fo.
Tað bleiv tendra tann 11. november 2011, kl 11:11 og tað var Oliver Joensen á Norðlýsinum, sum trýsti á playknøttin.
Stream.fo kann eisini bjóða streaming av tínum tiltakið, til ber at velja ímillum beinleiðis video streaming, ljóð streaming, ella bæði.
Okkara veitari í Danmark hevur drúgvar royndir innan streaming, og tænastu veiting innan hettar økið.
Eitt sindur um sendingar…
Leygarkvøld er Starabúrið í luftini. Starabúrið er løtt og hugnalig leygarkvøldssending, har lurtarar kunnu senda teirra ynski ella heilsan inn, eisini eru gestir í studio okkurt kvøldið.
Tað eru teir báðir Victor Dánjalsson og Regin Olsen sum eru staravertir.
Til ber at stuðla hesi rás ella Starabúrinum á konto í
Norðoya Sparikassi 9865 314.793.7